Lionbridge Technologies, Inc. (Nasdaq: LIOX) er førandi innan alheimsgerð og kanningartænastur. Við høvuðssæti í Waltham, Massachusetts, rekur Lionbridge meiri enn 50 miðstøðir við heildarloysnum í 25 londum og bjóðar út tænastur undir merkjunum Lionbridge og VeriTest. Fyri at læra meiri, vitja http://www.lionbridge.com
Lionbridge liðið, við miðstøðum í 25 londum kring knøttin, leitar eftir starvsfólki, ið tosa flótandi føroyskt og eingilskt, og eru búsitandi í Føroyum ella Danmark, og sum eru eldri enn 18 ár, at koma uppí sítt lið av internet góðskumetarum at arbeiða sjálvstøðugt til niðursetta tíð.
Førleikakrøv:
Tú skalt vera eldri enn 18 ár
Góður kunnskapur til eingilskt er alneyðugur
Flótandi føroyskt mál krevst
Vit leita eftir fólki, ið duga væl at nýta internetið, og sum hava atgongd til internetið
Royndir innan KT eru ein fyrimunur, men ikki krav
Vegna mentanarligan og søguligan kunnleika, skalt tú hava búð í Føroyum/Danmark í 5 fylgjandi ár
Høvuðsmálið við arbeiðinum er at betra um úrslitini á eini leitimaskinu fyri allar internet brúkarar kring heimin. Arbeiðið snýr seg um at eftirmeta leitingarúrslitini á internetleitingum við atliti til hvussu hóskandi tey eru, samanborið við sjálva leitingina. Tú fert at verða biðin um at koma við afturboðan, t.v.s. tínari áskoðan um tey vístu úrslitini. Arbeiðstíðirnar eru linar, so tær passa runt um títt familju- og heimalív. Ógvuliga hóskandi til tín, sum leitar eftir javnvág ímillum arbeiði og frítíð (10-20 tímar um vikuna).
Vinarliga send umsókn til: fo.raters.bal@lionbridge.com við einum avriti av tínum ummæli á ENSKUM og einum skrivi, sum greiðir frá tínum viðkomandi kunnskapi, ítrivum, áhugum og royndum; og eisini tín tjóðskap og hvørjum landi, tú býrt í.